Eitt sindur torført er at tosa um nakran beinleiðis vinnara í síðstu dystunum, tí eitt nú spældu tey bæði fremstu kvinnuliðini ikki. Hvørki Mjølnir ella Fleyr komu á vøllin, men varðveittu síni pláss á stigatalvuni, hóast tey nú hava spælt tveir dystir færri enn argastu kappingarneytarnir.
Skal nakað lið tó takast fram um hini, um hugsað verður um góða úrtøku í síðstuni, so má tað vera Ternan. Flogbóltskvinnurnar á Toftum hava í sínum 10 dystum higartil vunnið seks og fingið 12 stig, og tað røkkur í løtuni til eitt fjórða pláss.
Í gjár var tað ÍF, sum stóð fyri skotum. Kvinnurnar í Fuglafirði vóru farnar út á Toftir at royna at koma fyri seg aftur, eftir at tær hóskvøldið á heimavølli taptu 0-3 fyri Drátti. Men ikki kann sigast, at tað gongur rætta vegin hjá ÍF, tí heldur ikki á Toftum fekst nakað burturúr.
Ternan vann ein rímiliga tryggan 3-0 sigur, og tí er ÍF stóri taparin í løtuni. Bara hesir báðir síðstu taptu dystirnir gera, at ÍF-kvinnurnar eru triðniðastar á stigatalvuni.
SÍ rennur aftaná
Eitt av liðunum, sum er niðanfyri, er TB, sum í gjár í Trongisvági hevði vitjan av SÍ, ið roynir at renna aftan á oddaliðunum báðum. Higartil í vetur hevur TB bara vunnið ein dyst, og hetta gjørdist heldur ikki dagurin, har annar sigurin skuldi koma til høldar.
SÍ, sum sær út til at vera størsti bronsufavoritturin í løtuni, hevði ikki stórvegis trupulleikar av TB, men vann 3-0 og varðveitti triðja plássið, har SÍ hevur sama stigatal sum Fleyr og er tvey stig aftan fyri Mjølnir, men tó við tveimum dystum fleiri enn tey bæði ovaru liðini.
Soleiðis sum kappingin hevur sæð út higartil, eru Mjølnir og Fleyr eisini tey bæði bestu liðini, meðan SÍ helst er tað einasta, ið klárar at fylgja teimum so mikið, at tað kemur at røkka til bronsu ella í besta føri eitt sindur av arging, tá finaluplássini veruliga standa upp á spæl.
Ternan og Dráttur, sum í løtuni eru nummar fýra og fimm, tykjast hava munin á teimum trimum liðunum, ið eru niðanfyri, men har kann ÍF saktans bjóða teimum av. ÍF-kvinnurnar hava havt svingandi avrik og fingið lítið burturúr, men ofta kemur ÍF fyri seg mitt í kappingini og tekur nøkur stig.
Niðast eru so TB og KÍF, ið helst eisini verða verandi har, hendir ikki rættiliga nógv hjá teimum. TB hevur so fingið tvey stig, meðan KÍF einki hevur enn, og í løtuni er lítið, sum bendir á, at teirra stigaúrtøka kann verða meira, enn tey kunnu vinna ímóti hvørjumøðrum.