Ternan: Fyribilsloysn til Nólsoyar og eykaskip til aðrar leiðir?

Hvør man ætlanin verða við farleiðini um Nólsoyarfjørð? Skal tað vera talan um eykaskip, ið verður tikið úr sigling okkara, tá ið Sam, Teistin, Smyril ella onnur skip hava teknist brek ella skulu til sýn?

Nú Ternan verður sett í stand, er vert at hava í huga at hetta er fyribilsloysn, ið SSL og landsstýrismaðurin seta í verk, soleiðis, at Strandferðslan hevur eykaskip tøkt, tá ið á stendur.
Tí er alneyðugt at arbeiða áfram við nýggjum skipi at røkja farleiðina um Nólsoyarfjørð. Skip, ið kann tryggja sambandið og skumpa undir at stig verða tikin, soleiðis at fólk støðast og soleiðis at fólk flyta til Nólsoyar. Tá krevst eisini at hugsað verður um húsasølu og húsabygging, men sambandið hevur sín avgjørda týdning óansæð um bankar veita trygd og lán at keypa/byggja hús.
Lat okkum sláa rimmar fast (ella fáa opið svar her og nú), at hetta at seta Ternuna í stand, er ikki bert fyri at nøkta tørvin um Nólsoyarfjørð. Sjálvsagt er talan um, at Strandferðslan fær sær loyvt eykaskip, samstundis sum møguleiki er at selja Ternuna, um onkur liggur framvið - men so stendur felagið við ongum eykaskipið. Tað er sjálvsagt, at hetta at seta Ternuna í stand er røtt avgerð: Strandferðslan má hava eykaskip at seta inn fyri Sam og Teistan, og tað eykaskipið skal ikki verða álitið um Nólsoyarfjørð!
Hetta at flyta eina manning av Teistanum umborð á Ternuna, er ikki fyri at betra um farleiðina um Nólsoyarfjørð - men tað er betri at seta manningina á hesa farleið, enn at siga teir úr starvi. Hvør veit, kanska finnur SSL eina "felags manningarætlan"?
Sjálvsagt ynskja nólsoyingar at fáa møguleikan at taka bilin við sær, eins væl og møguleiki skal vera at flyta farm og byggitilfar til Nólsoyar. Tunga takið at flyta líkbil og sjúk er sjálvsagt eisini avgerandi. Men taka vit orkuprát og rusksavning, so er hetta eisini lutur, ið kann og skal loysast, tá ið nøktandi skip røkir farleiðina.
Alt í alt, er avgerandi, at farleiðin er tryggjað við møguleikanum at flyta lítlan, stóran og tungan farm um fjørðin - á hjólum. Hetta verður avgerðin, ið saman við møguleikanum at endurskoða ferðaætlanina, verður grundarlagið fyri framhaldandi trivnaði í oynni.
Nólsoy hevur sítt romantiska og bleyta umhvørvið at bjóða øllum vitjandi. Men samstundis skal Nólsoy eisini bjóða nólsoyingum og tilflytarum møguleikar og avbjóðingar, ið hóska tíðini til. Eitt er at ganga við trillibøru í bygdini, men tað skal eisini verða møguleiki at taka bil til bygdina.. Nú er "bert" eftir at fáa skil á hvar bilarnir skulu verða, so bygdasliga, romantiska og barnavinaliga umhvørvið verður skatt minst møguligt.
Lat hesa áheitan verða opna og beinleiðis til landstýrismannin: Bygg skip til farleiðina um Nólsoyarfjørð, soleiðis at vit menna skipabygging, know-how, og møguleikan at byggja á kunnleikan føroyskir veitara hava ment sær í mong ár.
Lat eisini hesa áheitan verða á landsins kosnu kvinnur og menn: Bygg skip til farleiðina um Nólsoyarfjør, soleiðis at tit seta tykkara fingramerki á framburð, vitan og menning - Føroyum at frama! At seta verkætlan í gongd á 2x20 mió. er neyðugt fyri at tryggja framgongd í skipabygging og at tryggja nøkrum arbeiðsplássum.
Góðu fólkavaldu! Stuðli framburði og trivnaði í Nólsoy: Stuðli verkætlanini at byggja skip at røkja farleiðina um Nólsoyarfjørð!
Við ynskjum um dagførda og trygga farleið.