Ternan flutti 5.700 fólk um Nólsoyarfjørð

Um vikuskiftið varð ovastevna í Nólsoy hildin í besta veðri. Hýrurin á fólki var góður, og bæði børn, ung, tilkomin og eldri hugnaðu sær óført í lítlu bygdini, har fólkatalið eitt slíkt vikuskifti fleirfaldast

OVASTEVNA

Øll útlit vóru til eina góða og vælmøtta ovastevnu í Nólsoy um vikuskiftið. Veðrið var bæði lýtt og gott og tá ið bátarnir, sum vóru við í regattasiglingini í Sundalagnum kvøldið fyri, settu met í tali, var eisini hugsandi, at nógvar bátsmanningar fóru at leita sær út til Nólsoyar leygardagin.
Hóast stuðulsnevndin, sum skipar fyri ovastevnu, hevði gjørt av at áseta gjald fyri atløgu á 350 krónur fyri hvørt bátapláss, var ikki líkt til, at hetta helt teimum, sum eiga bátarnar, aftur í at fara á ovastevnu.
Longu tíðliga seinnapartin leygardagin vóru nógvir bátar komnir til Nólsoyar, og sum leygarkvøldið leið, gjørdist talið av bátum og bátsmanningum so stórt sum sjáldan áður.
Umstøðurnar at liggja í Nólsoy vóru eisini nógv betri hesaferð enn áður, tá stuðulsnevndin hevði leigað bátabrúgvar úr Vestmanna. Ein long brúgv lá soleiðis úr bryggjuni og beint út eftir vánni, og bara her kundu eini 28-30 rímiliga stórir bátar liggja við hekkuni inn ímóti.
Bátarnir, sum lógu úteftir molanum, lógu eisini væl við hekkuni ímóti, soleiðis at lætt var at koma av bátunum og umborð aftur.
Umborð á bátum og á bryggjuni hugnaðu fólk sær, og uppi í bygdini gingu fólk aftur og fram, og tað var rættiliga sum á ólavsøku – so stappað, sum tað allastaðni var við fólki, bæði ungum og tilkomnum.

5.700 fólk
Umframt øll, sum komu í bátum og lógu sunnunáttina yvir í Nólsoy og øll tey, sum komu um fjørðin í øðrum bátum, sum sigldu við ferðafólki, sigldi strandfaraskipið Ternan hvønn tíma av Bursatanga – heilt frá klokkan 18 leygarkvøldið til klokkan 01 sunnunáttina. Bæði leygardagin og út á sunnunáttina vórðu eisini fleiri túrar sigldir, tó at samband tá ikki var hvønn tíma.
Joan Poulsen, samferðsluleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur, at Ternan frá fríggjamorgni til og við sunnumorgun flutt tilsamans 5.700 fólk um Nólsoyarfjørð. Hetta er eitt rættiliga stórt tal, men uppi í hesum tali er sjálvandi flutningur báðar vegir, bæði úr Havn og út til Nólsoyar og úr Nólsoy aftur til Havnar.
Um 18-tíðina leygarkvøldið, tá vit høvdu stutt prát við Karmal Olsen, skipara á Ternuni, segði hann, at longu seinnapartin fríggjadagin hevði Ternan onkran túrin havt fult skip – ella sløk 300 ferðafólk á hvørjum túri.
Joan Poulsen, samferðsluleiðari, sigur, at leygarkvøldið og út á sunnunáttina sigldi skipið uppaftur fleiri túrar við 294 ferðafólkum.
Karmal Olsen, skipari, sigur, at tá manningin umborð á Ternuni telir seks, hevur skipið loyvi at sigla við 294 ferðafólkum um Nólsoyarfjørð.

Setan og svimjing
Nógv ymisk tiltøk vóru á ovastevnu, eitt nú svimjing um Nólsoyarfjørð og svimjing á einum 1000 metra teini á Nólsoyarvík. Har var rennikapping, eins og tivoli, hoppiborgir, dansur og annað, sum børn og ung kundu royna. Seint leygarkvøldið var felagssangur, og síðan var eisini skotið fýrverk.
Marin Kathrina Frýdal, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, setti stevnuna klokkan 14 leygardagin, og tað var eisini hon, sum handaði steyp til vinnararnar av svimjikappingunum.