Terji um KODA: Spurningur um hugburðsbroyting

Terji Rasmussen man vera ein av føroysku tónaskøldunum og tónleikarunum, sum verður mest spældur í útvarpi og aðrastaðni. Tó gevur hetta honum ikki nakað serligt aftur í KODA pengum, men heldur tónasmiðurin, føroyingar eiga at broyta hugburð hesum viðvíkjandi og byrja at rapportera meira til KODA

At føroysku tónasmiðirnir og tónleikararnir ikki fáa nakra stóra upphædd av KODA pengum, er ikki nakað nýtt.
Terji Rasmussen, sum er bæði tónaskald og tónleikari, man vera ein av teimum, sum verður mest spældur í føroyskum samanhangi, men av KODA peningi sær hann lítið og onki av, og tí vónar hann, at KODA einaferð í framtíðini fer at virka sum tað eigur í Føroyum.
? Um KODA-reglurnar høvdu verið fylgdar í Føroyum, so hevði tað borið til at verið professionellur tónleikari her, sigur Terji Rasmussen.
Hann vísir á, at tað ein fær mest KODA pening burturúr er at spæla til live-framførslur. Men trupulleikin liggur í tí, at tá ein mest spælir í ítróttarhallum, so er ongin KODA peningur við, tí fyriskipararnir gjalda ikki KODA-pening.
? Av røttum, so átti eg at givið hetta upp, men teir flestu tónleikararnir gera sær ikki ómakin. Onkrir fyriskiparar siga heldur, at teir geva orkestrinum eitt sindur av eyka peningini, so sleppa teir undan øllum KODA roksinum, men hetta er heldur ikki heilt rætt, tí peningurin skal eisini til teir útlendsku tónasmiðirnar, sum verða spældir á konsertini, greiðir Terji frá.

Limur síðani 1986

Sjálvur hevur Terji Rasmussen verið limur síðani 1986, og sigur hann, at honum dámar ógvuliga væl KODA skipanina.
Tó er skipanin eitt sindur broytt millum ár og dag. Tað árið hann gjørdist skrásettur limur við sínum fyrsta lagið, Eros, fekk hann 16.000 krónur í KODA peningi. Í dag hevur Terji yvir 40 skrásett løg, men fær nógv minni pening frá KODA. Hetta kemst av, at ymsar skipanir eru broyttar.
? Eg vóni, at KODA einaferð fer at rigga optimalt í Føroyum, men eg haldi ikki, at tað loysir seg at gera eitt føroyskt KODA, sigur Terji.
? Um eitt føroyskt KODA hevði verið gjørt, so hevði tað noyðst at samarbeitt við hitt KODA fyri at fáa teirra ekspertisu, og tí ljóðar eitt føroyskt KODA eitt sindur utopiskt.
Terji heldur, at talan er mest um eina hugburðsbroyting, hvat KODA viðvíkur. Føroyingar skulu venjast við, at teir eisini eiga at gjalda fyri tann tónleikin teir lurta eftir.
Hann vísir á, at um onkur ætlar at skipa fyri einum dansi í eini ítróttarhøll, sum so verður eitt sokallað eingangstiltak, so kostar hetta 15.000 krónur í KODA-peningi. Hetta verður roknað út eftir, hvussu nógvir møguligir lurtarar kunnu vera, og ikki eftir, hvussu nógvir veruliga eru.
? Men um eitt ítróttarfelag nú til dømis segði við ársbyrjan, at ætlanin var at skipa fyri fýra dansitiltøkum, so eiga teir at gjalda minni til KODA.

Nógvir pengar

Sjálvur heldur Terji Rasmussen, at um ein veruliga vil, so ber til at fáa rættiliga nógvar pengar burturúr at vera limur í KODA.
? Men tað er ikki bara KODA, sum hevur skyldina av, at skipanin ikki riggar sum hon skal í Føroyum. Eg kann gerast eitt sindur irriteraður innn á, at tað kann verða so trupult at fáa fyrireikararnar at gjalda KODA pening, og tað skuldu rættarmál til, áðrenn nakað rættiliga varð gjørt burturúr.
Ironiskt er tað hóast alt. Terji fær meira pengar frá tí føroyska lokalútvarpinum í Danmark fyri sangir sínar, enn hann fær frá Útvarpi Føroya. Hetta kemst so av, at møguligi lurtaraskarin í Stórkeypmannahavn er nógvar ferðir størri enn tann í Føroyum.
? Fólk halda ofta, at talan um upphavsrætt er nakað fjas, men tað er tað als ikki. Um vit taka arkitektur, skipasmíð, design ella hvat tað nú skal vera, so er heilt galið, um tú stjelur eitt konsept. Og soleiðis eigur tað eisini at vera við tónleikinum, vísir Terji á.
Tónasmiðurin heldur eisini, at tað er rætt av KODA, at krevja pening frá handlum, matstovum og líknandi.
? Í Danmark missir tú handilsloyvið, um tú ikki vilt gjalda KODA pening. Júst sum tú kanst missa skeinkiloyvið, kanst tú eisini missa handilsloyvið.
KODA er í síðsta enda eitt langt og torskilt maskinarí, men talan er bara um at gera føroyingar varugar við, hvussu hetta eigur at virka.
Og sum Kristian Blak nevndi, so er tað ikki soleiðis, at nakar verður hóttur við eini pistól. Hetta fer at taka sína tíð, men føroysk tónaskøld vóna veruliga, at KODA skipanin fer at rigga til fulnar í Føroyum.