Terji Skibenæs gevst í Týr

Hesum boðar guitarleikarin í kvøld frá á facebookvanga sínum.

Terji Skibenæs, guitarleikari í kvæðarockbólkinum Týr, boðar í kvøld frá, at hann gevst í Týr.

 

 

Hetta er tað!, skrivar Terji (á enskum).

Eftir 17 ár sum guitarleikari í Týr gevst kendi rockguitarleikarin í bólkinum.

 

 

Hann sigur seg hava hugsað um hetta í mánaðir, bæði væl og longi, og er komin til ta niðurstøðu, at nú er tíðin sum limur í Týr liðug.

 

 

Terji Skibenæs sigur seg als ikki hava hug at spæla í bólkinum longur. Hann sigur víðari, at ongin dramatikkur er hesum viðvíkjandi, og onki drama er millum hann og hinar limirnar í Týr.

 

 

Terji Skibenæs sigur á facebookvanganum; tað snýr seg um meg, og at eg als ikki finni nøgdsemi longur við at spæla tónleik í tí stíli, sum Týr spælir.

 

 

Terji takkar hinum limunum, Hera Joensen og Gunnari Thomsen, fyri tíðina í Týr og ynskir teimum alt tað besta framyvir. Samstundis takkar hann fjepparum fyri stuðulin hesi mongu árini, og leggur afturat, at hann fer á pall fyri seinastu ferð við Týr á Sabaton open air í hesum mánaðinum.

 

 

Hann lovar at koma við fleiri tíðindum um sínar framtíðarætlanir.

 

 

Sostatt er eitt tíðarskeið  rokkið í føroyskum tónleiki, tí Terji Skibenæs hevur verið guitarleikari í bólkinum Týr í 17 ár.

 

 

Terji Skibenæs rekur eisini Terji Tattoo.