Kappkoyring
Terje Joensen fer hósdagin niður aftur til Onglands, har hann vanliga býr, frá mars til novembur, tá kappingin í road racing fer fram. Í ár er hann seinkaður, tí fígging hevur vanta.
- Eg havi fingið stuðul frá vinnulívsmanninum, Jón Kjell, F.a. Ingolf Rasmussen og Sunleif Pattinson, sum eru úr Funningsfirði. Eisini havi eg fingið stuðul frá Trygd, Metec, asfaltsverkinum og Andersens beding á Skála, men enn mangli eg pengar, og tí havi eg sent umsøknir til ítróttarsambandið og mentamálaráðið, greiðir Terje Joensen frá.
Hann staðfestir somuleiðis, at pengarnir eru hansara størsta forðing.
- Eg eri longu blivin nummar trý, so hví kann eg ikki blíva nummar eitt? Trupulleikin er bara, at tað er so dýrt at koyra og venja, at eg ikki fái vant sum summir av hinum, sigur Terje Joensen.
Rindar sjálvur
Hevði Terje Joensen rátt sjálvur, so hevði hann búð og koyrt í Onglandi í 10 mánaðir um árið, men av tí, at tað er so dýrt at koyra, so noyðist hann at vera í Føroyum eitt sindur longri.
- Eg royni at arbeiða, so eg sjálvur kann savna pening saman, tí mann má hava pening við í felagið, har mann koyrir, greiðir hann frá.
Hann sigur somuleiðis, at tað skal ganga eitt sindur betur hjá honum, áðrenn hann vinnur nógvan pening.
- Tað eru nakrir fáir í heiminum, sum vinna nógvar pengar. Næsti klassin eg kann koma í er British Superbikes, og har kunnu teir flestu ikki liva av ítróttini, so eitur tú ikki Valentino Rossi ella okkurt tílíkt, so verður tú ikki millióningur, og tað tekur langa tíð, áðrenn tú ikki skalt rinda fyri at koyra.
Hevur møguleika
Tað kann ljóða rættiliga gamalt at vera á byrjunarstøði í eini ítrótt, sum 24 ára gamal, men Terje Joensen, dugir væl at síggja sín møguleika.
- Tað skulu nógv brotin bein og annað til, áðrenn eg komi heilt upp á toppin. Men eg havi prógvað, at kann koma upp á toppin, tí eg varð nummar trý á Silverstone, sigur Terje Joensen.
Teir, sum veruliga eru í toppinum eru ímillum 30 og 40 ár, so helst hevur Terje Joensen møguleika at koma fram, áðrenn eg gevist.
Men Terje ætlar sær ikki at gevast, hóast stór mótgongd ofta er.
- Eg eri púra bitin av hesum, eg havi nokk bensin í blóðinum ella okkurt tílíkt, so eg fari ikki at gevast, fyrr enn eg ikki havi hesa somu kensluna longur, greiðir Terje frá.
Torir at detta
Eitt annað, ið kundi forðað summum at koyra, er at tað gongur øgiliga skjótt og tí er ikki lukkuligt, tá mann dettur.
- Eg eri dottin rættiliga ofta, men tað ber ikki til at blíva bangin. Tí ert tú bangin, so dettur tú aftur beinanvegin. Sjálvur føli eg tað kanska gjøgnum fyrsta svingið, men so er tað burtur, tí eg eri so spentur at koyra, sigur 24 ára gamli kappkoyrarin.
Klárur aftur
Um heilt stutta tíð verður Terje Joensen millum 38 aðrar á eini breyt í Onglandi, har hann skal stríðast um at fáa so nógva ferð á súkkluna sum gjørligt.
- Tað er eirindaleyst. Fyrsta svingið er tað vandamesta, tí allir, eisini teir aftastu, vilja koma fyrst inn í svingið, staðfestir Terje Joensen, sum er sera harmur um, at føroyingar geva motorítrótt so lítlan áhuga, tí aðrastaðni hevur mann eina traditión fyri hesum, og at siga at Føroyar eru lítlar er ongin umbering, tí ein hin størsta kappingin í Bretlandi er á Man.
Hevur heimasíðu
Um tvær vikur fær Terje Joensen eina heimasíðu. T-racing.co.uk, har til ber at fylgja við, hvussu gongur hjá funningsfirðinginum. Tað eru Knassar, sum hava gjørt heimasíðuna, og tað hava teir gjørt sum stuðul.
- Teir tosa allatíð um, hvussu spennandi tað er at stuðla motorítrótt, sigur Terje Joensen um Knassar.
Hósdagin fer Terja Joensen avstað, og so heldur hann fram, so leingi, hann hevur fígging.
: