Sunnudagin fingu føroysku U-19 kvinnurnar eitt úrslit tær kunnu liva við. Úrslitið millum vertstjóðina, Portugal og Føroyar gjørdist 1-0 til Portugal. Sigursmálið fall í 37. minutti, og varð tað Mélissa Antunes, sum skoraði portugisiska málið. Ì mun til 0-8 tapið ímóti eitt av Heimsins bestu U-19 liðum, Noregi var dysturin sunnudagin nakað av einari uppreisn. Noreg vann aftur stórt hesaferð. Tær vunnu ikki minni enn 6-0 móti Rumenia, sum annars vann greiðan 4-1 sigur á Portugal í fyrsta umfarinum.