Kappróður
Í 2014 og í 2015 rógva allar bátastøddir – barnaróðurin tó undantikin – kapp á 1.000 metrum.
Hetta varð samtykt, tá Róðrarsambandið hevði aðalfund um vikuskiftið.
- Vit gera hetta sum eina roynd næstu tvey árini, og tað er serliga við fyrireikingunum í huga og við vónini um at fáa fleiri manningar at luttaka í størstu bátastøddunum, segði Jan Herman Hansen, formaður í RSF, við Kringvarpið eftir aðalfundin.
Talan var tó um sera tætta atkvøðugreiðslu. 17 atkvøður vórðu greiddar, og av hesum vóru tær níggju fyri eini royndarskipan, har talan einvíst verður um 1.000-metra mál hjá vaksnamannamanningum komandi tvey árini.