Luksemborg verður roknað at vera á umleið sama fótbóltsstøði sum Føroyar. Í gjár gekk væl betri hjá Luksemborg, enn tað gjørdi hjá Føroyum, men tað eydnaðist kortini ikki Luksemborg at fáa stig burturúr. Luksemborg hevði vitjan av Hollandi. Liðið hjá Marco van Basten var í nýggjari útgávu, um sammett verður við HM endaspælið. Holland hevði nógv spæl, men tað eydnaðist teimum bara at vinna 1-0. Málið skoraði miðverjin Joris Mathijsen eftir returbólt frá málverjanum. Hetta var fyrsta altjóða málið hjá verjuspælaranum.