Jón Brekku, Barbara á Rógvi og Ingi Heinesen Højsted, nevndarlimir í Tennissambandi Føroya, saman við Henrik T. Pedersen, forseta í Tennis Europe, eftir at tað var kunngjørt, at Føroyar eru vorðnar partur av Tennis Europe.

Tennissamband Føroya er nú limur í Tennis Europe

Á ársaðalfundi í Belek í Turkalandi um vikuskiftið staðfestu limalondini í Tennis Europe, at føroyska tennisítróttin hoyrir heima í evropeiska tennisfelagsskapinum.

Jón Brekku, Barbara á Rógvi og Ingi Heinesen Højsted, nevndarlimir í Tennissambandi Føroya, saman við Henrik T. Pedersen, forseta í Tennis Europe, eftir at tað var kunngjørt, at Føroyar eru vorðnar partur av Tennis Europe.

Við 44 atkvøðum fyri og ongari ímóti góðkendu møttu limalondini umsóknina hjá Tennissambandi Føroya, og 1. januar 2026 gerst Tennissambandið partur av Tennis Europe.

 

-Vit hava arbeitt miðvíst fyri at gerast limir í Tennis Europe í eina tíð, og at tað nú eydnaðist er ótrúliga gleðiligt og eitt týdningarmikið stig fyri at menna tennis í Føroyum, segði ein fegin formaður í Tennissambandinum, Ingi Heinesen Højsted, beint eftir at úrslitið varð kunngjørt leygardagin.

 

Spurdur um, hvønn týdning hetta hevur fyri føroysku tennisítróttina, svarar Ingi soleiðis:

 

-Limaskapurin í Tennis Europe merkir, at vit kunnu luttaka í evropeiskum kappingum sum einstaklingar og landslið umboðandi Føroyar. Hetta er sera týdningarmikið og spennandi, eitt nú hjá okkara ungu og evnaríku leikarum. Tennis hevur havt stóra framgongd í Føroyum síðstu árini, og hetta er enn eitt stórt fet rætta vegin.

 

##med2##

 

Tennis Europe er altjóða felagsskapurin hjá Tennissambondunum í Evropa. Til samanbering svarar hetta til UEFA í fótbólti. Tennis Europe umsitur eitt nú EM kappingina fyri lið og einstaklingar í fleiri aldursbólkum.  Ungdómskappingar hjá Tennis Europe verða mettar sum fyrsta stigið hjá ungum og evnaríkum tennisleikarum í Evropa at gerast yrkistennisleikarar. 

 

Áhugin fyri tennis hevur rættiliga tikið dik á seg í Føroyum seinastu árini, serliga í høvuðsstaðnum, har vit í dag finna eitt spírandi tennisumhvørvi í Gundadali. Eitt av málunum hjá Tennissambandinum er at fáa tennisfepurin um alt landið. Tennis er ein av ítróttargreinunum á Skúlaleikunum í ár, og tennis verður ein av ítróttargreinunum á Oyggjaleikunum, sum vera í Føroyum í 2027.

##med3##

Spurdur um, hvørjar raðfestingar Tennissambandið hevur nú sambandið hevur tryggja sær møguleikan at luttaka í altjóða kappingum í Evropa?

-Næsta stigið verður at betra um umstøðurnar at spæla tennis innandura í Føroyum, soleiðis at Føroyar uppfylla krøvini at gerast vertir fyri evropeiskum tenniskappingum, sigur Ingi at enda.

 

Jón Brekku, Barbara á Rógvi og Ingi Heinesen Højsted, nevndarlimir í Tennissambandi Føroya, saman við Henrik T. Pedersen, forseta í Tennis Europe, eftir at tað var kunngjørt, at Føroyar eru vorðnar partur av Tennis Europe.

Ingi Heinesen Højsted, formaður í Tennissambandi Føroya, á palli á ársaðalfundinum hjá Tennis Europe 2025.