Tennisúrslit til HB

Eftir eitt sindur óskipaðan 1. hálvleik blomstraði HB liðið eftir steðgin. Tað kom rættuligur friður á spælið hjá undan hesum dystinum sperdu favorittunum, tá ið Andrew av Fløtum í fyrsta álopinum eftir steðgin skoraði til 3-0. Andrew skoraði øll trý tey fyrstu málini og gjørdi harvið hattrick.

Hini HB málini skoraðu Johan Ejvind Mouritsen, Hans á Lag og Hendrik Rubeksen. Jónhard Frederiksberg minkaði um munin til 5-1. Í yvirtíðini misnýtti Andrew av Fløtum brotsspark, sum hann sendi í tvørtræið.