Tað kom íslendingum sera illa við, at Ísland ikki varð boðið við á stóru havráðstevnuna Our Ocean, sum var í USA í farnu viku. Tá íslendingar spurdu, hví landið ikki hevði fingið innbjóðing at luttaka, var svarið úr Washington, at Ísland slepp ikki við, tí landið veiðir hval, og Barack Obama, forseti, hevur sagt, at hvalaveiðan kann ávirka samskiftið millim USA og Ísland.
Svarið fall nógvum íslendingum fyri bróstið, og millum teirra, sum góvu ilt av sær, var fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson. Hann gjørdi vart við síni sjónarmið á sínari Facebook-síðu og í samrøðu við Støð 2.
-Skal íslendska hvalaveiðan vera orsøk til, at samskiftið okkara millum verður skert, fari eg at spyrja, hví júst tað skal ávirka samskiftið millum londini bæði. Vit íslendingar hava fleiri onnur evni at draga fram og kunnu spyrja okkum sjálvar, um tað ikki eru onnur viðurskifti, sum kunnu takast upp í sambandi við samskifti okkara við USA. Eitt nú kunnu vit nevna deyðarevsingina, og hvussu hon verður framd í verki í USA, sigur fíggjarmálaráðharrin við Støð 2.
Mugu viðgera málið
Men tað eru ikki allir íslendskir politikarar, sum eru líka hvassorðaðir sum Bjarne Benediktsson í hesum málinum.
Katrín Jakobsdóttir, sum er formaður hjá teimum Vinstragrønu, heldur, at íslendingar eiga at endurskoða hvalaveiðina, og hvønn samfelagsligan týdning hon í roynd og veru hevur. Hon vísir á, at tað hevur verið trupult at sleppa av við tvøstið, og harafturat eru umhvørvis- og etiskir spurningar tengdir at hvalaveiðini.
-Vit eiga at viðgera hesi málini og at taka støðu til, um vit eru nøgd við støðuna, sum hon er. Um vit hugsa um, hvussu lítil samfelagsvinningurin av hvalaveiðini er, og at fleiri hava gjørt viðmerkingar til drápsháttin, haldi eg, at tað hevði verið gagnligt, at vit viðgera málið, sigur Katrín Jakobsdóttir.