Tendra jólatræið á Vaglinum í Havn í dag

Í Havn verður jólatræið á Vaglinum tendrað nú klokkan 15.30. Havnar Hornorkestur spælir.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, bera fram røðu. Eisini verður gestarøðari úr Íslandi.

Hóast umhvørvið á Vaglinum er nógv broytt síðani seinastu jól, nú nýggja Havnará er latin upp, so stendur jólatræið framvegis í sama stað á Tinghúsvøllinum, har tað hevur staðið seinastu mongu árini.

Annars verða hini jólatrøini í kommununi tendrað soleiðis:

Í Hesti verður jólatræið tendrað í morgin, sunnudagin 26. november kl. 15.30. Teistin fer av Gomlurætt kl. 14.30 og úr Hesti kl. 19.30. Frelsunarherurin spælir. Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Bernhard Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu.

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 26. november kl. 14.30. GHM spælir. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.

 

##med2##

Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 26. november kl. 16.00. Havnar Hornorkestur spælir. Ólavur Eysturdal, prestur, ber fram røðu.

 Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 2. desember kl. 15.30. GHM spælir. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, ber fram røðu.

Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 2. desember kl. 17.00. GHM spælir. Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 2. desember kl. 18.00. Havnar Hornorkestur spælir. Sverri Steinhólm, prestur, ber fram røðu.

##med3##

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 3. desember kl. 17.00. Ternan fer av Havnini kl. 16.20 og úr Nólsoy kl. 19.25. Havnar Hornorkestur spælir. Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, ber fram røðu.

Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 3. desember kl. 17.00. GHM spælir. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.

##med4##

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað sunnudagin 3. desember kl. 18.30. GHM spælir. Súsanna Olsen, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan týsdagin 5. desember kl. 18.00. Havnar Hornorkestur spælir. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.