Temavika um javnstøðu

Føroyski fólkaskúlin skal hava eina evnisviku um javnstøðu í skúlaárinum 2010-2011. Hetta sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúlamálum, sum fer undir fyrireikingarnar beinanvegin

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúlamálum, luttók á ráðstevnuni um javnstøðu í skúlanum, sum var í Norðurlandahúsinum í gjár.

Í tí sambandi flutti hon fram røðu, har hon hugleiddi um týdningin av at arbeiða við javnstøðu í skúlunum. Eitt nú lovaði hon at skipa fyri einari evnisviku um javnstøðu í fólka- og miðnámsskúlunum skúlaárið 2010-2011.

- Í 2009-10 eru evnini rørsla og veðurlag nógv á breddanum. Tí vænti eg, at tað er best at skipa hetta tema í skúlaárinum aftaná, sigur Helena Dam á Neystabø, sum beinanvegin ætlar sær at seta ein fyrireikingarbólk í sambandi við temavikuna

-Eg komi í røðuni inn á fleiri av teimum evnum, ið ein tílíkur temadagur eigur at fevna um. Men tað liggur sjálvsagt ikki fast enn, hvat er best egnað at arbeiða við innan ymsu skúlarnar, sigur hon.

Eisini væntar hon, at fáa meira burturúr, um arbeiðið er væl fyrireikað, til dømis við hagtølum og undirvísingartilfari.