Temakvøld um autismu í Miðlahúsinum

Hvat krevst av foreldrum at børnum við autismu í Føroyum fyri at fáa neyðuga stuðulin?

Mangan verður tosað um, hvat krevst fyri at fáa røttu hjálpina frtá røttu myndugleikunum, tá ein familja fær barn við serligum tørvi. Hetta evnið hevur Autismufelagið valt at viðgera gjøllari á almennum fundi í Miðlahúsinum.

Tí verður boðið til eitt áhugavert temakvøld í Miðlahúsinum. Hetta verður mikukvøldið 24. apríl kl. 19.00.

Elin Ludvík heldur fyrst ein fyrilestur um evnið: "Hvat krevst av foreldrum at børnum við autismu í Føroyum fyri at fáa neyðuga stuðulin". Elin Ludvig er kandidatur í sosialum arbeiði. " og hevur skrivað uppgávu um hetta evnið.

Síðani greiðir Petra Joensen, stjóri, stutt frá skipanini í nýggja Almannaverkinum og hugtakinum ”Ein hurð til Almannaverkið” Aftan á greiðir ein deildarleiðari frá, hvussu Almannaverkið ynskir at samskipa sínar tænastur og veitingar í samstarvi við aðrar stovnar og myndugleikar.

Aftan á verður møguleiki at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Autismufelagið bjóðar øllum at vælkomin til ein áhugaverdan og siðiligan fund í Miðlahúsinum. Tiltakið er alment.