Telja enn í Florida

Í statinum Florida eru tey framvegis ikki liðug at telja atkvøðurnar frá forsetavalinum týsdagin. Sambært formanninum í valnevndini eru tey liðug í 64 av teimum 67 valdømunum.

Tað er ikki bara atkvøðuteljingin, sum hevur elvt til trupulleikar í Florida, tí har høvdu tey eisini stórar trupulleikar við at avgreiða sjálvt valið. Á fleiri valstrøðum stóðu nógv fólk í bíðirøð, aftan á at valið var liðugt. Tey sluppu kortini at velja, og tað gjørdi, at fleiri vóru og valdu, eftir at Mitt Romney hevði viðurkent, at hann hevði tapt.

Valnevndin í Florida sigur, at sum er hevur Barack Obama einar 50.000 atkvøður fleiri enn Mitt Romney, og ein talsmaður fyri Romney segði í gjárkvøldið, at tað tykist rættiliga sannlíkt, at republikanararnir taptu í Florida.