Televarpið byrja at royndarsenda

Komandi nýggja sjónvarpsstøðin í Føroyum, sum ber heitið Televarpið, er nú byrjað at royndarsenda, og um alt gongur eftir ætlan, fer støðin at síggja dagsins ljós seint í heyst, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarpinum

Nú fer tíðin at nærkast, tá føroyingar hava møguleikan at ogna sær nýggja føroyska sjónvarpið, sum ber heitið Televarpið, og sum Føroya Tele stendur aftanfyri. Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarpinum, sigur, at nú eru teir byrjaðir at royndarsenda umvegis Danmark Radio, og higartil hevur alt gingið væl.
- Vit hava í tvær vikur royndarsent við eini lítlari støð við eini antennu og einum sendara, og higartil hava signalini verið góð, sigur Tróndur Djurhuus. Hann greiðir víðari frá, at teir eru varnir við at tíðarfesta, nær Televarpið verður til reiðar at senda fyri øllum føroya fólki, tí nógv er framvegis at fáa uppá pláss.
- Um tíðarætlanin heldur, og alt gongur, sum tað skal, verða vit væntandi til reiðar við Televarpinum seint í heyst, sigur Tróndur Djurhuus. Hann leggur afturat, at nógv tøknifrøðilig útgerð krevst, umframt sáttmálasamráðingar o.a., og tískil eru mong viðurskifti, sum kunnu darva og seinka um arbeiðið hjá Televarpinum.

Fjølbroytta skrá við andaligari kanal
Viðvíkjandi skránni hjá nýggju sjónvarpsstøðini sigur Tróndur Djurhuus, at málið er at fáa eina fjølbroytta og víttfevnandi skrá av útlendskum tilfari, og at teir royna at nøkta tørvin hjá so stórum hyggjaraskara sum gjørligt.
- Samanlagt fara vit at borðreiða við umleið 20 ymsum útlendskum rásum, men samstundis royna vit at fáa hesar kanalir umvegis Danmark, so danskur tekstur verður á sendingunum, sigur Tróndur Djurhuus. Hann sigur, at eftir ætlan skal Televarpið rúma tíðindaflutningi, vísundaligum/dokumentarsendingum, og at pláss eisini verður fyri filmsrásum, barnarásum og ítróttarrásum.
- Sum eitt heldur óvanligt fyribrigdi í føroyskum sjónvarpshøpi ætla vit eisini at hava andaliga kanal á okkara skrá, og eftir øllum at døma er áhugin fyri hesum stórur í Føroyum, sigur Tróndur Djurhuus.
Higartil hevur tíðarætlanin verið hildin hjá Føroya Tele og nýggju sjónvarpsstøð teirra, men Tróndur vísir á, at ilt er at spáa um, nær rásin alment kann verða tikin í nýtslu.