Telesamskiftið við umheimin í tryggari legu

Føroya Tele fer at leggja ein part av shefa kaðalinum til umheimin av nýggjum fyri at fáa samskiftið við umheimin í eina tryggari legu

 

Shefa kaðalin, sum er er við at tryggja okkum telesamskiftið við umheimin, hevur verið illa fongdur við breki, síðani hann varð lagdur í 1997.

 

Kaðalin liggur úr Føroyum til Hetlands, Oyrkneyoyggjar og haðani til Skotlands.

 

Í miðal er hann farin einar tvær ferðir um árið, ella einar 15 ferðir tilsamans og nú fer tað Føroya Tele at taka ítøkilig stig fyri at bøta um støðuna.

 

Seinast, hann slitnaði, var 28. 28. desember.

 

- Vanliga gongur skjótt at umvæla kaðalin, men við tað at brotið hesa ferð hendi inni við land, gjørdist umvælingin heldur torførari enn vanligt.

 

Men á miðdegi í gjár varð hann settur til aftur.

 

At kaðalin skal fara tvær ferðir um árið, er ov nógv og tí fer Føroya Tele nú at leggja hann av nýggjum á teimum mest árendu støðunum

 

Umframt Shefa kaðalin, liggja tveir aðrir kaðalar, Farice-kaðalin og Cantat-3, og einki bendir á, at nakar hevur merkt nakað til, at kaðalin hevur havt brek, sigur Føroya Tele

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat Páll Vesturbú, stjóri á FT Net, hevur at siga um støðuna.