Teleologi og ikki teologi

Rætting til grein:
Erhard Jacobsen

Eg síggi, at onkur á Sosialinum hevur rættað í míni grein: Ikki apan, men leyvan, og summastaðnis sett orðið teologi í staðin fyri orðið teleologi, sum eg annars hevði skrivað.
Tað kann vera ringt at gera mun á hesum báðum hugtøkunum, men í greinini hjá mær var munurin avgerandi. Tá ið talan er um teologi, meina vit heilt einfalt við læruna um Guð og trúnna á hann. Teleologi gongur hinvegin meira út uppá, at alt í heiminum er stýrt av einum endamáli ella ætlan. Hetta kann møguliga vera rætt, men trupulleikin er bara, hvør av okkum skal ella kann avgera, hvat evsta endamálið við øllum er. Sigur tú teg vita, so trýrt tú, sigur tú teg ikki vita, so kanst tú trúgva kortini.
Orðini líkjast, men munurin í míni verð er stórur.
Tað eru tískil ikki teologisku, men teleologisku argumentini, sum ofta byggja á eina einfalda, dogmatiska metafysik, sum skjótt kunnu enda sum fundamentalisma.
Lat meg leggja aftrat, at hetta við ætlan og endamáli ikki bara hevur við religión at gera, men er meira ella minni partur av øllum tilveruforkláringum. Í gerandisdegnum er tað sjálvandi avgerandi, at tað vit siga, uppliva og takast við hevur (onkra) meining.