Telegraph: Føroyski dreymurin má bíða

The Telegraph hevur eina fína grein um Pál Joensen, har greitt verður frá dreyminum hjá Páli Joensen og Jón Bjarnasyni.

 

Greinskrivarin skrivar millum annað, at hóast Pál ikki rakk einum finaluplássi, so stuðlar alt Føroyar unga svimjaranum.

 

Hann heldur eisini at tað er løgið, at einki “ársins ítróttarnavn” verður kosið longur í Føroyum, men bara ársins leikari í fótbólti. Søgan um venjingarumstøðurnar hjá Páli verður eisini nevnd.

 

The Telegraph endar greinina við at skriva:

“London leikirnir hava longu sæð fleiri ævintýrasøgur. 21 ára gamli Pál kemur aftur. Tann føroyski dreymurin má bara bíða.”

 

Greinin, sum er á enskum, kann lesast HER.