Indonesiski forsetin, Susilo Bambang Yudhoyono, hugsaði seg neyvan nóg væl um, tá hann seinasta leygardag almannakunngjørdi nummarið á sínari fartelefon og bað fólk ringja, um tey høvdu okkurt at kæra seg um.
Hann fekk úr at gera, tí ikki færri ennn 3.000 fólk ringdu til hansara fyri at kæra sína neyð og mangt og hvat. Mong ringdu eisini til telefonfelagið og kærdu seg um, at tey sluppu ikki framat, men tað var ikki so løgið. Tað er heldur ikki greitt, um forsetin yvirhøvur svaraði.
Susilo Bambang Yudhoyono, sum er fyrrverandi generalur, varð valdur til forseta í Indonesia í fjør, og hann hevur lagt stóran dent á at fáa samband við tað vanliga fólkið. Hetta tykist hava eydnast honum, tí herfyri vísti ein kanning, at 92 prosent av teimum spurdu vóru væl nøgd við forsetan.