Teledepilin andlitið úteftir

? Tú skalt kunna greiða øll tíni ørindi í Teledeplinum, sigur Richard Mortensen, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele

Fríggjadagin flutti Føroya Tele endaliga inn í Teledepilin í Niels Finsensgøtu í Havn. Teledepilin er, sum Richard Mortensen, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, sigur, meira enn ein Telebúð. Har hevur Føroya Tele savnað alla tænastuna, sum kundin hevur brúk fyri.
? Teledepilin skal verða andlit okkara úteftir. Har skal kundin kunna koma inn og fáa avgreitt øll síni ørindi. Skal hann skráseta eina telefon, onkra tænastu, ella gjalda rokningina ella umvæla eina telefon, so skal hann kunna avgreiða alt her, sigur Richard Mortensen.
Føroya Tele húsast í eini 5-6 adressum í Havn í løtuni, og tí hevur tað ikki verið so lætt hjá kundunum at vita, hvar hann skal fara at greiða ymsu ørindini.
Um eini 2-3 ár verður nýggi høvuðsbygningurin hjá Føroya Tele í Hoyvík liðugur, so tá verða hølisviðurskiftini hjá stovninum betri. Men Føroya Tele heldur kortini, at tað er betri fyri kundan at hava ein depil í miðbýnum.
Høvuðsdeildin hjá Føroya Tele er í dag bygningurin á Hálsi, og har skal leiðslan eisini húsast komandi árini. Í Telefonbygninginum á Tinghúsvegnum, sum Løgtingið hevur yvirtikið, er bara teknikkur eftir, og í gomlu Telegrafstøðini húsast framvegis eitt nú nummarkall, sum skal flyta seinni.
Tankin við einum deledepli er kortini royndur áður.
? Vit byrjaðu í veruleikanum konseptið við nýggju Telebúðin í Saltangará. Tað vísti seg, at hetta var ein avbera góður máti, sum bæði kundar og Føroya Tele hava verið ógvuliga glað fyri, sigur Richard Mortensen.
Í Teledeplinum hjá Føroya Tele í Niels Finsensgøtu í Havn starvast 28 fólk. Hølini, sum er gamli handilin hjá Thomas Dam, eru nýumvæld, tey eru ljós og rúmlig ? góðar 600 fermetrar til víddar.
Umframt Teledepilin hevur Føroya Tele fimm aðrar Telebúðir kring landi, á Tvøroyri, á Sandi, í Miðvági, í Saltangará og í Klaksvík.