Nýggja kórbókin er teldutøk og øllum til skjals á heimasíðuni hjá Føroya Skúlabókagrunni HYPERLINK "http://www.fsg.fo" www.fsg.fo Bókin er gjørd í samstarvi við Kórsamband Føroya, eins og fyrsta bókin í røðini, ið fevndi um kórsatsir eftir Karl Clausen. Føroya Skúlabókagrunnur er farin miðvíst undir at gera teldutøkar bøkur, sum kunnu lesast og brúkast, bara teldan er íbundin alnótina. Á somu heimasíðu er teldutøkt eintak av nýggjari útgávu av Sálmabók Føroya Kirkju lagt út við loyvi frá Grunninum Føroyskt Kirkjumál. Teldutøkar bøkur, sum eisini fevna um ársfrágreiðingar og kanningar frá øðrum stovnum, eru í støðugari menning. Málbólkurin er skúlaverkið, lærarar og næmingar, men eisini foreldur og myndugleikar.
38 satsir
Í nýggju teldutøku kórbókini Føroysk kórbók. Kórsatsir eftir Knút Olsen eru 38 kórsatsir eftir tónaskaldið Knút Olsen, sum í november fór um tey 60. Kórverkini stava frá tíðarskeiðnum 19721998. Longu í 1972 gjørdi Knút Olsen lag og sats til fosturlandssangin hjá Pól F. Joensen Føroyar, mín móðir, og sama ár gjørdi hann nýtt lag til jólasálmin hjá Jacob Jacobsen Jólaklokkan aftur ringir. Knút Olsen eigur 11 løg í Sálmabókini, sum í nýggjastu útgávu er teldutøk á heimasíðuni hjá Føroya Skúlabókagrunni.
Knút Olsen
Tónaskaldið Knút Olsen er føddur í Sandavági 1945 og býr í Havn. Knút tók læraraprógv á
Føroya Læraraskúla í 1969 og hevur verið lærari í Hvalvík, Leirvík, Haldarsvík, og í Tórshavnar
kommunuskúla síðani 1978. Hann var á ársskeiði á Danmarks Lærerhøjskole í Danmark 1972-
73 og á Fróðskaparsetri Føroya 1984-85. Umframt at røkja lærarastarvið hevur Knút arbeitt
nógv við at skriva løg og leggja til rættis kórverk.
Teldutøkir varðar
Føroya Skúlabókagrunnur lagar í løtuni ein varða við bókmentanarligum klassikarum, teirra millum William Heinesen, Heðin Brú og Martin Joensen, sum nú eru teldutøkir við skúlaútgávunum Stjørnuskaldið undir Varða, Men lívið lær og Fiskimenn.
Bókin
Føroysk kórbók. Kórsatsir eftir Knút Olsen er fyriskipað av Kórsambandi Føroya, Knút Olsen gjørdi nótarnar, Frits Johannesen teknaði permumyndina og Føroya Skúlabókagrunnur tilevnaði teldutøku útgávuna, sum kann lesast og brúkast á opnu heimasíðuni HYPERLINK "http://www.fsg.fo" www.fsg.fo
Mynd:
Nýggja Kórbókin við kórsatsum eftir Knút Olsen er nú tøk á heimasíðuni hjá Føroya Skúlabókagrunni, www.fsg.fo