Tað er gamalt, at esperanto er tað mál, ið neyvast kann verða týtt til úr øðrum máli, og somuleiðis tað mál, ið neyvast kann verða týtt úr í annað mál. Somuleiðis hevur esperanto víst seg at vera tað tungumál, ið teldan skilur best. Tað er eisini tann einfaldi, men greiði bygnaðurin í esperanto, ið er orsøkin til, at besta boð til millummál í týðingarmaskinum, teldutýðingum, er esperanto. Tí er grundsjónarmiðið, at esperanto verður nýtt sum millumtýðingarmál, so sum greitt er frá um umsetingarmaskinur í Máltingi 4/1992, framvegis tað, ið mest verður litið á til teldutýðing.
Leingi hevur soleiðis verið arbeitt við at gera eina týðingarmaskinu, sum kann týða heilar setningar úr einum máli í annað. Hetta er torført, men kortini »bert« ein spurningur um tíð. Men sum millummál í telduorðabókum er esperanto upplagt. Á internetinum finst eisini longu ið hvussu er ein tílíkur orðabókagrunnur, har ið týtt verður millum ymisk mál. Tað er ikki so, at áðrenn týtt kundi verða úr t.d. íslendskum til týskt ella øvut, varð týtt orð fyri orð millum hesi bæði málini. Týðingin var úr íslendskum til esperanto og síðan úr esperanto til týskt. Esperanto er millummál millum hini bæði. Tann dag ið onkur málfrøðingur hevur gjørt eina fullfíggjaða orðabók í føroyskum-esperanto, fara vit sostatt við henni at hava beinleiðis møguleika til telduorðabók millum føroyskt og almong onnur mál.
Fleirmála orðabókaforritið Ergane, hjá ferðamannaupplýsingini Travlang er eitt tílíkt forrit á internetinum við esperanto sum millummáli til at týða orð og stuttar orðingar úr einum máli í annað. Orðatilfeingið verður støðugt økt. Í 1999 kundi forritið týða orð úr meir enn 57 tungumálum.
Skoytt kann vera uppí, at Gerard van Wilgen, sum stjórnar Ergane, hevur fingið Esperanto-føroyska orðalistan, sum komin er út í bók (Esperantobókin II) teldutøkan og hevur lagt hann afturat, so at har verður møguligt at týða eisini millum føroyskt og onnur mál.
Tú finnur hesar her umrøddu telduorðabøkurnar á www.travlang.com ? Haðani kanst tú fara til tær stóru orðabøkurnar við at trýsta á travlang?s Translating Dictionaries ? ella tú velur ferðamannaorðalistarnar á øllum hinum málunum á travlang?s Foreign Languages for Travelers
Hvussu tú kanst nýta Ergane til at taka niður og gera tína egnu orðabók á teimum málum, ið júst tú hevur áhuga fyri, er greitt frá á enskum á www.travlang.com/ergane/frames-en.html ella www.travlang.com/Ergane/intro-en.htm