Sveinur Tróndarson
Einaferð fyrst í november mánaði verða teir fyrstu teldustøðingarnir - ella datamatikararnir - lidnir við útbúgving sína. Teir 26 næmingarnir byrjaðu fyri tveimum árum síðani, sum teir fyrstu á nýggju útbúgvingini, sum føroyingar annars noyddust til Danmarkar at fáa sær. Av teimum 26 hanga 23 í, og tað er sera gott.
Men hóast tað var væl ætlað frá øllum, áðrenn útbúgvingin byrjaði, so hevur tað kortini ikki hilnast nóg væl við samstarvinum við vinnuna, eftir at farið var ígongd.
Vinnuni tørvaði fólk
Tað var tíðliga í 1998, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið heitti á Føroya Handilsskúla, um at fara undir fyrireikingar til eina teldustøðingaútbúgving.
Eins og í øðrum londum var stórt trot á útbúnum fólki á telduøkinum og sum støðan var tá, bar ikki til at fáa eina slíka útbúgving í Føroyum.
Tey, sum vildu útbúgva seg, noyddust til Danmarkar, men tað var ein trupulleiki fyri føroysku kt-vinnuna, at bara tey fægstu funnu vegin heimaftur. Starvstilboðini í Danmark vóru lokkandi og avbjóðingarnar stórar, og tí valdu flestu teldustøðingarnir at vera verandi í Danmark.
Handilsskúlin fór undir fyrireikingarnar, og fram móti sumri var klárt at byrja - næstan ...
? Hóast tað var UMMS sum heitti á skúlan, so var játtanin ikki tøk fyrr enn summarfrítíðin var byrjað. Tí varð ikki lýst eftir fólki fyrr enn alt ov seint, men 68 fólk søktu og av teimum sluppu 26 gjøgnum nálareygað, greiðir Heðin Samuelsen, sum undirvísir - og samskipar - á teldustøðingaútbúgvingini.
Samstarvið manglar
Upprunaliga var tað, sum sagt, eitt ynski frá vinnuni, at fáa eina tílíka útbúgving í Føroyum.
Manningartørvurrin var - og er enn - stórur. Virkir og stovnar hava broytt hugsunarhátt, tá tað snýr seg um kt, og tað hevur við sær, at tað ikki er serliga torført at fáa starv aftaná lokna útbúgving.
Kortini er Heðin Samuelsen ikki nøgdur við samstarvi við vinnuna, tí nú útbúgvingin er farin ígongd, gongur serstakliga striltið at fáa lærarar og próvdómarar.
? Trupulleikin er tí, at skúlin er noyddur at seta egnar lærarar til útbúgvingina og tann støðan heldur ikki í longdini. Talan er um lærarar, sum, longu frammanundan, undirvísa fullan dag, og eykaundirvísingin ger teimum dagin uppaftur longri. Men skal útbúgvingin haldast gangandi, so eru vit noyddir at halda á. Hinir lærararnir á skúlanum skulu eisini eiga, at teir hava verið serstakliga raskir at hjálpa, tá heitt verður á teir, sigur Heðin.
Tí heldur hann, at tað er neyðugt at finnast at teimum virkjum, sum áðrenn undirvísingin byrjaði, søgdu, at tey vildu hjálpa.
? Í veruleikanum eru bara nøkur heilt fá virkir, sum hava hildið orð, og tað er óheppið, sigur Heðin.
Øðrvísi samanseting
Sum sagt frammanfyri, so vóru longu trupulleikar frá byrjan.
Játtanin var ov sein í 98 og í 99, tá skúlin annars ikki ætlaði at taka næmingar inn, kom als eingin játtan.
? UMMS heitti á okkum um kortini at taka næmingar inn. Vit ætlaðu at bíða av tí at eingin játtan var, men vit fingu at vita, at hon kom og at vit skuldu bara lýsa eftir næmingum. Tað gjørdu vit so - við fyrivarni. Men játtan kom eingin. Í fyrsta umfari gloymdi UMMS hana, og í seinna umfari gloymdi Fíggjarmálastýrið hana. Vit hildu kortini, at vit høvdu skyldu at byrja tá vit høvdu lýst eftir næmingum, og tað gjørdu vit so, greiðir Heðin frá.
Men trupulleikarnir høvdu við sær, at skúlagongdin ikki byrjaði fyrr enn 25. oktober og tað er nógv seinni enn vanligt er hjá handilsskúlanæmingum.
Hóast hetta ikki er orsøkin, so heldur Heðin Samuelsen, at tað er rætt, at seta spurnartekin við, um útbúgvingin, sum hon er samanskrúvað nú, er røtt.
Sum útbúgvingin er nú, skulu tey lesandi fyrst lesa 2 1/4 ár á Handilsskúlanum fyri at fáa eina teldustøðingaútbúgving. Ætlanin var, at tey aftaná á Fróðskaparsetrinum kundu lesa í 1 1/4 til hálvtannað ár fyri at fáa eina bachelorútbúgving. Hetta er kortini ikki komið upp á pláss enn, og tað er at finnast at, heldur Heðin.
? Eg haldi annars, at tað er beistaleingi, at lesa í fýra ár fyri at fáa eina bachelorútbúgving. Tí kundi eg hugsa mær, at hon var sett eit sindur øðrvísi saman, sigur hann.
Uttan at læsa seg fastan á nakað ávíst, nevnir hann dømi um eina kombinatiónsútbúgving millum Fróðskaparsetrið og Handilsskúlan ella, at Handilsskúlin fær status, sum KT-háskúli. Hetta eru eisini tankar, sum fólk í vinnuni sjálvari hava verið inni á og tí verdir at hava í huga.
Spurningurin er so bara, um Fróðskaparsetrið er »gearað« til eina slíka útbúgving, sum ikki er á sama høga endastøðið, sum aðrar fróðskaparsetursútbúgvingar, men meiri at rokna sum ein millumútbúgving á hægri stigi. Men tað er nakað, sum Fróðskaparsetrið sjálvt má sleppa at svara uppá.
Hóast tað nú fer at nærkast endanum hjá fyrsta liðnum av føroyskum teldustøðingum, so veit Heðin at siga okkum, at skúlin enn einki hevur frætt frá UMMS um útbúgvingin er góðkend í Danmark ella ikki.
? Vit hava fleiri ferðir heitt á stýrið, fyri at fáa góðkenning, men vit hava hvørki hoyrt orð ella eið frá teimum. Tíverri, sigur hann.
Tað skuldi annars ikki verið trupult heldur hann, tí undirvísingin gongur fyri seg eftir somu reglugerð, sum samsvarandi danska útbúgvingin, og sjálvur heldur Heðin, at okkara stendur einki aftanfyri ta donsku.
? Bøkurnar vit brúka, eru enntá nýggjari enn tær, tey vanliga brúka í Danmark. Tær eru amerikanskar og nógvar teirra eru ikki komnar í danskar handlar enn. Tær verða útvegaðar til okkum beinleiðis úr Amerika, og eru dagførdar, sigur Heðin Samuelsen.