Leygardagin 7. september var Reyði Krossur Føroya fyri hackaraálopi. Teldusníkar gjørdu seg inn á heimasíðuna, og hetta hevði við sær, at hon ikki riggaði, meðan Landsinnsavningin var.
Løgreglan fekk beinanvegin fráboðan um málið, og frá 7. september og áleið eina viku fram, arbeiddu serfrøðingar við at loysa málið.
Síðan álopið varð framt, er trygdin á heimasíðuni nógv herd til tess at forða fyri at slíkt hendir aftur. Heimasíðan riggar nú aftur sum vant.
- Tað er hugsandi at álopið hevði samband við landsinnsavningina. Av tí at kontonummur og aðrir innsavningarmøguleikar eru at síggja á heimasíðuni, er tað sannlíkt, at álopið hevur forðað fólki í at lata gávur umvegis heimasíðuna. Tíbetur bendir einki á, at pengar vóru stolnir, sigur Reyði Krossur Føroya.