Eftir HM-endaspælið í 2014, skifti hollendski Stefan de Vrij frá Feyenoord í heimlandinum til Lazio í Italia fyri góðar 50 milliónir krónur. Stóra upphæddin sum verjuspælarin var keyptur fyri, skuldi gjaldast í smáum yvir tíð.
Seinasti parturin av pengunum, 2 milliónir euro – ið svarar til gott og væl 15 milliónir krónur – bað Feyenoord um í einum maili, har allar banka upplýsingarnar vóru í. Lazio gjørdi soleiðis sum skrivað stóð, og hildu at pengarnir vóru endaðir í Rotterdam, har Feyenoord heldur til.
Men tað vóru pengarnir ikki. Fleiri miðlar skriva – harímillum enska SkySports, at mailurin í veruleikanum var sendur av teldusníkum, sum góvu seg út fyri at vera Feyenoord. Fyri Lazio tóktist mailurin trúligur nokk, og tí flutti italska felagið teldusníkunum tær 15 milliónir krónurnar.
Feyenoord hevur aldrin fingið pengarnar, sum Lazio skuldi flyta, og kennist heldur ikki við mailin. Tí hevur felagið reist eina ákæru, sum skal finna fram til gerningsmennirnar. Fyribils hava ákærurnar funnið fram til, at pengarnir ongantíð eru endaðir á konto hjá Feyenoord, men á aðrari hollendskari konto.