Telduálop: Skulu vera serliga varin

Klaksvíkar kommuna heitir á øll sum hava havt samskifti við Klaksvíkar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu og Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum.

Nú Klaksvíkar kommuna verið úti fyri einum álvarsomum telduálopi, og óviðkomandi eru komin fram at skipanunum hjá kommununi og harvið eisini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu og Barnaverndartænastuni. Sostatt hava bæði vanligar og viðkvæmar persóns-upplýsingar verið á skeivum hondum. Klaksvíkar kommuna hevur nú ræði á øllum upplýsingunum aftur, men kann ikki við vissu siga, at teldsníkarnir ikki hava tikið avrit av upplýsingunum.

 

Hetta trygdarbrotið fevnir millum annað um upplýsingar, sum eru skrásettar hjá Klaksvíkar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu og Barnaverndartænastuni, so sum navn, bústaður, p-tal, kontunummur, yrkisfelagsligt tilknýti og aðrar viðkvæmar persónupplýsingar í sambandi við málsviðgerðir.

Talan kann eisini vera um skrásetingar hjá barnatannlækna í Klaksvíkar -, Fugloyar -, Hvannasunds -, Kunoyar - og Viðareiðis kommunum.

 

Klaksvíkar kommuna sigur, at henda kunning er fyri at geva øllum møguleika at taka neyðug stig og fyrivarni fyri at tryggja seg, nú persónupplýsingar hava verið á skeivum hondum.

 

Trygdarbrotið kann viðføra m.a. hesar vandar: 

 

Persónar kunnu royna at nýta p-tal ella aðrar upplýsingar til m.a. samleikastuldur ella svik

Við atgongd til persónsupplýsingar kunnu óviðkomandi royna at lumpa fólk at veita fleiri upplýsingar ella pengar

Her eru nøkur stig, ið kunnu takast fyri at forða fyri misnýtslu av persónupplýsingum: 

 

Verið varin, um tit fáa óvæntaðar teldupostar, SMS-boð ella telefonuppringingar, har biðið verður um persónligar upplýsingar, innritanarupplýsingar ella pengar

Trýstið ikki á ivasamar leinkjur og latið ikki persónupplýsingar til óviðkomandi

Broytið veik loyniorð til sterk loyniorð - sí t.d. kunning frá Gjaldstovuni her: gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/kunning/tidindi/kt-tilbugvingin-a-gjaldstovuni-haekkar-nu-netalop-er-innan-landoddarnar/

Tey sum hava spurningar, ella tørva fleiri upplýsingar, eru vælkomin at seta seg í samband við dátuverndarfólki í Klaksvíkar kommunu, Jens Chr. Olsen, telefon 784070, teldupostur: dpo@klaksvik.fo.

 

Arbeitt verður av øllum alvi við at framtíðartryggja allar dátur.