Tel bátaseymir og vinn eina fartelefon

Á eystanstevnu bjóðar Bátafelagið á Bakka til kaffi, breyð og undirhald í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini.

Eystanstevna

Á eystanstevnu skipar Bátafelagið á Bakka fyri kafé og øðrum tiltøkum í bygninginum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini og í túninum uttanfyri.
Opið verður í Hæddini leygardagin og sunnudagin frá kl. 16 til 22. Leygarkvøldið undirhalda Birgir og Jónsvein við sangi.
Í túninum hjá Hæddini fer Bátafelagið at hava ein tríbekk standandi, har fólk kunnu meta um, hvussu nógvir seymir er í honum. Gjaldið fyri at sleppa at meta um talið av seymi, verður einar 20 kr. og tann, sum er nærmastur, vinnur eina fartelefon. Gita fleiri sama tal, sum er tað nærmasta, verður lutakast um, hvør vinnur telefonina.


Peningur til neyst

Tríbekkin hevur Bátafelagið keypt av Skipanesi, og felagið er sera takksamt fyri, at tey, ið áttu bátin, vildu selja hann so bíliga. Báturin, sum er smíðaður av Símuni Jóhan Wolles á Eiði, er nú málaður og klárur at seta niðan í túnið hjá Hæddini.
Ein sera fittur bátur og ein fongur hjá Bátafelagnum á Bakka.
Formaður felagsins, Charles Jacobsen, sigur, at allur peningurin, sum kemur inn í sambandi við tiltakið í Hæddini, fer til bygging av einum felagshúsi, sum verður bygt norðanfyri neystið hjá róðrarfelagnum á Bakka.