Tekur við starvinum í mei

Joen H. Andreassen miðar eftir at taka við søguliga álitisstarvinum sum løgtingsins umboðsmaður í mai 2001

 

Løgtingið samtykti í gjár at seta Joen H. Andreassen, dómara, í starv sum fyrsti løgtingsins umboðsmaður í søguni.

Joen H. Andreassen arbeiðir í løtuni sum dómari við Føroya Rætt, og tískil fær hann ikki tikið við nýggja starvinum beinan vegin

? Eg havi eina uppsagnartíð á tríggjar mánaðir, og eg havi enn ikki biðið um at verða loystur úr dómarastarvinum. Men eg miði eftir at náa tað, so eg kann taka við starvinum sum løgtingsins umboðsmaður 1. mai næsta ár, sigur Joen H. Andreassen.


Álitisstarv

Tað fylgir stór ábyrgd við starvinum sum løgtingsins umboðsmaður. Talan er um eitt starv, sum í høvuðsheitum snýr seg um at hava eftirlit við allari fyrisitingini í Føroyum. Løgtingsins umboðsmaður skal í roynd og veru virka sum ein kærustovnur hjá einstaka borgaranum mótvegis politisku skipanini og fyrisitingini.

Joen H. Andreassen er enn ikki heilt greiður yvir, hvørjar uppgávurnar í hesum sambandi fara at verða, men hann hugsar sær, at arbeiðið fer at líkjast arbeiðinum hjá Fólkatingsins umboðsmanni

Síðani vit fingu nýggju stýrisskipanarlógina hava vit fleiri ferðir upplivað, at kanningarstjórar eru settir at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismonnum, tí ivasamt hevur verið, um landsstýrismenninir hava brotið landsins lógir.

Um vit fara at sleppa undan hesum mongu kanningarstjórunum, nú vit fáa ein løgtingsins umboðsmann at hava eftirlit við fyrisitingini, veit Joen H. Andreassen ikki.

? Eg má fyrst kanna nærri hvar mørkini liggja millum ymisku stovnarnar og hvørjar heimildir eg havi, sigur nýútnevndi løgtingsins umboðsmaður.


Drúgvar royndir

Joen H. Andreassen er væl egnaður til starvið sum løgtingsins umboðsmaður. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og hevur drúgvar royndir sum dómari í Føroya Rætti.

Joen H. Andreassen er 67 ára gamal, men í lógini um løgtingsins umboðsmann er einki aldursmark. Lógin sigur bert, at umboðsmaðurin so vítt gjørligt skal vera útbúgvin løgfrøðingur.

Nýútnevndi umboðsmaðurin er í løtuni staddur á Keypmannahavn á árligu dómararáðstevnuni.