- Á einum góðum degi hevði eg bjargað hasum skotinum. Orðini eigur málverjin hjá AB, Heðin Stenberg.
Gilli Samuelsen legði 07 Vestur á odda við einum "bleytum" skoti í fyrra hálvleiki úti í Vika á Argjum.
Í seinna hálvleiki fekk AB tryggjað sær eitt gott stig við einum góðum langskotsmáli hjá Bárði Olsen.
Heðin Stenberg er nøgdur við spælið og avrikið hjá AB, og heldur, at AB hevði nóg nógvar málmøguleikar til at vinna dystin ímóti 07 Vestur.
Serfrøðingarnir sum døma AB at flyta niður aftur í 1. deild gevur Heðin lítið fyri. Hann slær fast, at hann og liðfelagarnir lata seg ikki tøla av slíkum metingum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Heðin Stenberg.
Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Paula Poulsen kann hoyrast HER











