Tekur 14 dagar at umvæla Bak

Neyðugt er at skifta plátur á kúlustevninum á Baki, eftir at skipið sigldi á Eystnes. i

Kúlustevnið tók, tá Bakur sigldi á Eystnes. Tá skipið hevð'i lagt at í Runavík, komu menn eftir, at sjógvur var komin í forpeakin, og tá skipið bleiv tikið upp á bedingina á Skála fríggjadagin, varð staðfest, at hol var komið á kúluna. Holið er fremst á kúluni, og haðani var sjógvur komin inn í forpeakin. 

 

Skipasmiðjan skal nú skifta pláturnar á kúlustevninum, og arbeiðið fer ætlandi at taka einar 14 dagar. 

 

Meðan Bakur stendur á beding, er Stelkur farin at partrola saman við Munki. 

 

Skiparin á Baki hevur greitt løgregluni frá, at hann sovnaði á brúnni, áðrenn skipið fór á land. Teir vóru á veg inn á Runavík at landa.