Tekniski stjórin er ovasti leiðari fyri teknisku fyrisitingini og høvuðsuppgávan verður at stjórna og samskipa arbeiðsøkini í teknisku umsitingini og hava umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina um hendi.
Jákup Egholm Hansen er útbúgvin arkitektur og hevur nomið sær kunnleika innan leiðslu og fígging, bæði á Handilsskúlanum og á Robert Gordon University, har hann hevur fingið eitt Master prógv.
Umframt holla útbúgving hevur Jákup Egholm Hansen drúgvar royndir bæði í Føroyum og uttanlands. Millum annað hevur hann verið deildarleiðari fyri teknisku deild hjá Sørvágs kommunu og var m.a. við til skúlabygging, útstykking og tá terminalurin varð útbygdur. Hjá Landsbyggifelagnum hevði Jákup Egholm m.a. ábyrgd av verkætlanini fyri Gøtu kirkju. Harumframt hevur hann verið projektleiðari, tá Parkin í Keypmannahavn varð umbygd.
Tey seinastu árini hevur hann verið varastjóri/stjóri í P/F Samvinnufelagnum í Sandavági. Í tíðarskeiði 93-02 var Jákup Egholm Hansen eisini formaður í felagnum Rækjuskip og hevur verið við í fleiri fiskivinnusamráðingum við onnur lond.
Í løtuni starvast Jákup Egholm Hansen sum projektsamskipari hjá P/F SMS í sambandi við umbyggingina.
Jákup Egholm Hansen tekur við starvinum 1. oktober.