Skjótt hava 100.000 ferðafólk flogið við Atlantsflog í ár. Higartil í ár hava 98.900 ferðafólk ferðast við føroyska flogfelagnum, sum er átta prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Í mai mánað flugu 25.000 ferðafólk á rutunetinum hjá Atlantsflog, seks prosent fleiri enn í mai í fjør.
Seinastu vikurnar hevur Atlantsflog havt ávísar avbjóðingar orsaka av, at eina flogfarið er til regluligt eftirlit, meðan hitt fekk undantaksloyvi at flúgva nakrar tímar afturat. Hetta sæst eisini aftur á regluseminum hjá flogfelagnum. Í mai mánað hava 82 prosent av fráferðunum hjá flogfelagnum verið rættstundis, tað vil siga ein seinking upp á minni enn 15 minuttir. Higartil í ár er flogið rættstundis í 86 prosentum av fráferðunum, sum er fýra prosentstig betri enn um sama mundi í fjør.









