Felagið, Air Traffic Service (NATS) í Stórabretlandi, upplýsir, at tey hava tekniskar trupulleikar.
Reuters veit at siga, at NATS arbeiðir við at loysa trupulleikarnar, men í løtuni er órógv í flogferðsluni.
- Í løtuni uppliva vit tekniskar trupulleikar og hava sett í verk ferðsluavmarkingar fyri at varðveita trygdina.
Talsfólk hjá Air Traffic Service sigur, at verkfrøðingar í løtuni arbeiða við at loysa trupulleikan.
Fyrr í dag komu eisini fráboðanir frá skotska flogfelagnum, Loganair, og sagt verður, at tey hava eisini trupulleikar við dátuskipanunum.