Ì ár var European Business Game kappingin síðsta fríggjadag á Listasavninum. Bólkarnir, sum vunnu 1. og 2. plássið vóru báðir frá Tekniska Skúlanum í Klakvík. Næmingarnir ganga á 3. ári í gymnasialu HT-útbúgvingin. Tey á vinnandi liðnum eru Jóannes Martin Johannesen, Lilian Gullaksen, Laila Mikkelsen og Vagnur Thomsen.
Í ár vóru í alt 8 bólkar. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna og Studentaskúlin í Hoydølum vóru eisini umboðaðir.
European Business Game er ein evropeisk kapping millum gymnasialar næmingar. Kappingin gongur út uppá at stovna og reka tað bestu fiktivu vinnufyritøkuna.Vinnandi liðið frá TSK heldur fram í endaligu finalukappingini, sum verður í Fraklandi um mánaðarskiftið juni-juli í ár.










