Tekniski Skúli kennir sviðan

Tekniski Skúli í Tórshavn má vísa 162 umsóknum aftur vegna sparingar. - Tað pínur okkum veruliga, at vit mugu skerja so nógv, sigur Egon Øregaard, skúlastjóri Tað er ikki bert Fróðskaparsetrið, ið er við skerdan lut.

Á fíggjarlógini fyri 2009 er skúlin skorin við 3,6 milliónum krónum. Fyri skúlan merkir tað, at tey bert kunnu taka ein triðing upp samanborið við í fjør, 32 móti 90 næmingum í fjør.

Hetta merkir at tey verða noydd at avvísa tilsamans 162 av teimum 194 umsóknunum til SIT1.

- Eftir at vit hava skorið førleikamenning, viðlíkahald av bygningum og alla aðrastaðni, har skerjast kann, manglar nógv. Tí mugu vit inn í høvuðsvirksemið at spara, og tað er undirvísingin, sigur Egon Øregaard.

- Vit hava verið gjøgnum allar konturnar og hava skorið so at tað veruliga pínur. Men tað vísir seg ikki at verða nokk. Vit skulu taka SIT2 næmingar og lærlingar inn, og tí má tað verða SIT1 næmingarnar, sum tað rakar, greiðir Egon Øregaard frá.

Stýrið fyri skúlan gjørdi eina virksemisætlan, ið varð send Mentamálaráðnum í juni í fjør. Hon varð endurskoðað í januar, útreiðsluvøksturin varð kendur. Men tá fíggjarlógin varð samtykt, var ein munur á 3,6 milliónir krónur á tí, sum stýrið hevur samtykt at virksemið á skúlanum skal kosta, og tí, sum er játtað.

Skúlastjórin hevur gjørt Mentamálaráðið vart við trupulleikan, men Mentamálaráðið hevur ikki ønt skúlanum aftur.

- Vit hava ikki hoyrt eitt einasta orð aftur. Tíðin gongur av álvara undan. Allar umsóknir skulu verða liðugt viðgjørdar 20. apríl, og nú fara fólkini á skúlanum í páskaferiu.

Í alt 236 umsóknir vóru til SIT1 og SIT2 í ár, sum er tað mesta nakrantíð.