Tað var framímóti at vera fullsett, tá ið Rani Nolsøe í kvøld hevði útgávukonsert í Spaniastovu, nú hann einsamallur fyri fyrstu ferð hevur givið fløgu út.
Rani hevði sungið fimm sangir, tá ið illveðrið av álvara gjørdi vart við seg í Spaniastovu.
Fólk, sum vóru í Spaniastovu, greiða frá, at tað var ein hvirla, sum var orsøk til, at hol kom í gólvið, og so brotnaði ein rútur úteftir. Og so var tað, at partur av tekjuni í ovaraborði fór omanav.
Onkrir av konsertgestunum fingu smávegis snuddir, og hjá einum var tað so mikið, at hann fór á sjúkrahúsið.
Teir í Klaksvíkar sløkkiliði vóru skjótir á staðnum úti í Klaksvík, har Spaniastova er partur av gomlu handilshúsunum.