Týskvøldið 24. februar var av mesta vindi, og nógvir smærri og størri skaðar hendu kring landið. Ein partur av takinum á Essostøðini í Kollfjarðadali varð rivin av og feyk tvørturum alt húsið fyri síðan at lenda á takinum á bilinum hjá Bjarna Jøkladal, sum hevði Essostøðina. Hann var beint framman undan farin úr bilinum saman við konuni og soninum, tá óhappið hendi. Sum myndirnar sýna, kundi stórur mannskaði hent um tey sótu í bilinum. Sama dag feyk ein frystibilur útav vegnum í Hundsarabotni.
Kelda: Myndaárbókin Árið ið fór 1976