Í nógva vindinum í morgun reiv eina tekja á einum skúri, ella verkstaðarbygningi, niðanfyri landsvegin á Marknoyri í Vági.
Nógvar og harðar hvirlur vóru har á leiðini um 7 tíðina í morgun. Tekjan fór av, og niðan á landsvegin, og niðan millum húsini omanfyri landsvegin. Hesi húsini fingu tó bert smávegia skaðar.
Landsvegurin á Marknoyri var stongdur í morgun, meðan ruddað varð, og tekjan tryggjað.
##med2##












