Teitur: Vit hava ein gyltan møguleika nú

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr Teit Joensen, viðmerkjara taka samanum avrikið ímóti Ísrael, og líta frameftir til uppgávuna ímóti Finnlandi

Teitur Joensen var aftur viðmerkjari til frásøgnina hjá Tróndi Arge, tá Rás2 segði frá U21 HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Ísrael í høllini á Hálsi í Havn. Ein dystur Føroyar vunnu 31-25 aftaná tepru hálvleiksleiðsluna 17-16.

 

Teitur Joensen og Tróndur Arge tóku samanum aftaná dystin. Teitur Joensen heldur, at tveir jaligir lutir við dystinum í dag vóru umframt sigurin sjálvandi, at menn, sum Pætur Thomsen og Hilmar Leon Jakobsen blivu meira spældir inn á liðið. Teitur fegnast eisini um 5-1 verjuskipanina hjá føroyska liðnum í seinna hálvleiki, sum tók broddin av ísraelsmonnum.

 

Teitur Joensen staðfestir tó, at tað er í morgin tann alt avgerandi dysturin er, tá Finnland bíðar okkum klokkan 17. Ein dystur Hilmar Jan Hansen sigur frá á Rás2.

 

Teitur Joensen heldur, at talan verður um eitt mótstøðulið, sum eins og vit fer at spæla meiri norðurlendskan hondbólt. Møguliga ikki so skjótan hondbólt, sum Ísrael, sum spældi rættiliga afrikanskt. Talan verður heldur um menn, sum eru taktiskt og kropsliga væl fyri.

 

Teitur Joensen heldur, at nú hevur føroyska U21 landsliðið ein gyltan og søguligan møguleika at gerast fyrsta bóltítróttarliðið, sum vinnur seg í eitt endaspæl. Teitur er ikki í iva um, at føroysku leikararnir verða vónbrotnir, um tað ikki eydnast.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samanumtøkuna hjá Teiti Joensen og Tróndi Arge.