Teitur í upptøkuhøli í sól og marglæti

Teitur Lassen hevur skrivað sáttmála við Universal Music um tvær fløgur. Og upptøkurnar fara fram í upptøkuhølum, ið eru ein sonn glæstriborg, ið liggur væl undir bláum himni og sól. Og heimsins heitastu nøvn vitja javnan henda heita marglætismiðdepil fyri tónleik, t.d. Mariah Carey og Bjørk og Roxette

Fríggjadagin skrivaði Teitur Lassen, tónleikari, undir sáttmála við heimsins størsta plátufelag, Universal Music.
Teitur er nú í Los Angeles. Tvær fløguútgávur fevnir sáttmálin um og verða tær givnar út á altjóða fløgumarknaðinum.

Sól og marglæti í glastriborg
Beint fyri ólavsøku lat Teitur úr hondum fløgu til føroyska marknaðin. Hendan nevnist Sólin og Regnið.
Men undir upptøkunum sunnaliga í Spania verður neyvan talan um regn, men hinvegin sól. El Cortijo upptøkuhølini eru í Suðurspania, Andalusia, Costa del Sol. Næsti býur, ið er 10 minuttir burtur, nevnist San Pedro. Høvuðsbýurin er Sevilla. Og annar býur tætt hjá er Granada.
Og umstøðurnar eru framúr. Ein glæstriborg av arðari verð, ið er bygd til endamálið, nevniliga at hýsa heimsins heitastu nøvnum undir upptøkum undir heitum , bláum himni.
El Cortijo The Spanish House Recording Studio nevnast upptøkuhølini. Og tað eru ikki smávegis høli. Á heimasíðuni hjá El Cortijo sæst, hvussu kringumstøðurnar eru. Frá stóra ljómpultinum sæst út ígjøgnum hválv og í baksýni er heiður himmal. Sama sjón sæst, tá sangarin stillar seg til mikrofonina og hyggur út ígjøgnum hválvvindeygað.
Sjálvt upptøkuhølið, har tøknin er, er sera flott við útsýni til Miðjarðahavið. Og umstøðurnar annars eru framúr, sæst á heimasíðuni. Himmalsengur og svimjihylur. Sum heild minnir alt mest um eina glæstriborg, har høgt er til loft og vítt er til veggja. Sum ferðamálini, sum tey flestu bert vitja í dreymum.
Og eyðkendi blái liturin við suðurlandsstrendur er eyðkendur og sermerkir myndina.
Umframt stóru gongirnar, rúmini, svimjihylin og himmalsengurnar og flottu umstøðurnar annars, so er eisini egin køkur og heimasíðan hjá El Cortijo veitir eisini upplýsingar um hesi viðurskifti.

Heitt og heit nøvn
Teitur skal arbeiða saman við kenda framleiðaranum Rupert Hine, ið hevur starvast við t.d. Tinu Turner og Suzanne Vega.
Og tað eru eisini heit nøvn, ið vitja niður til heita Spania og upptøkuhølini El Cortijo. Heimasíðan upplýsur, at millum vitjandi og væl nøgdu stjørnurnar, ið nýta - og óivað eisini njóta - El Cortijo, eru nøvn sum Mariah Carey, The Manic Street Preachers, Björk, Sade, Underworld, Goldie, Tricky, Howie B, Nellie Hooper, Ash, Tito & Tarantula, Babybird, Meja, Roxette, dEUS, Compay Segundo og Duncan Sheik.
Umframt nýta fremstu sponsku tónleikastjørnurnar eisini upptøkuhølini El Cortijo.
Sólin og Regnið, nýggja føroyska fløgan hjá Teiti Lassen er komin á føroyska marknaðin, meðan sólin enn sær í Føroyum. Nú er tað stóra fetið tikið á leiðini hjá Teiti áleiðis móti lívsdreyminum, sum hann hevur miðað ímóti. Og undir sponsku sólini eru umstøðurnar tær best hugsandi, meðan ein fríløta kann njótast í svimjihylinum, himmalsongini ella í vakra landslagnum.
Tónleikurin, ið sigst vera tann kassaguitarmerkti, ið vit kenna Teit fyri, er tó tað, ið telur mest í hesum marglætisumstøðum, men betri umstøður kann ein neyvan droyma um, tá lívsdreymurin skal umsetast til veruleika.