Tónleikur
Danish Music Awards fer av bakkastokki hetta kvøldið, og í dag vórðu tey, ið eru í uppskoti til heiðurslønir almannakunngjørd. Fløgan hjá Teiti, hevur ikki talst millum tær mest seljandi í Danmark farna árið, men fáar munnu hava fingið so góð ummælir, hetta er ivaleyst partur av orsøkini til, at Teitur telist millum nøvnini, ið eru í uppskoti til heiðurslønina til besta sangara í Danmark.
DMA er ikki at blanda við lítla beiggjan DMA Folk, har Eivør í fjør vann tvær heiðurslønir. Hetta er nógv størri tiltak, ið verður í KB Høllini og verður sent beinleiðis í danska sjónvarpinum.
Teitur skal kappast við fleiri tungvektarar. Tilnevndir eru: Mikael Simpson, Simon Kvamm úr Nephew, Teitur Lassen, Thomas Helmig og Troels Abrahamsen úr Veto.
Teitur skal sostatt kappast við kvarta føroyingin Simon Kvamm, ið saman við bólki sínum Nephew er í uppskoti til seks heiðurslønir við DMA: Ársins útgáva, ársins bólkur, ársins sangari, ársins danska hitt, ársins danska rokkútgáva, ársins sangskrivari. Nephew er eisini í uppskoti til eina planet á Planet Awards. Bólkurin, sum í fjør vann planetina sum besti útlendski bólkur hevur møguleika at endurvinna planetina í ár.