Teitur hevur á ferð síni í USA gjørt samrøður við CNN og TheWorld.org. Í samrøðunum virkar Teitur, sum umboðsmaður fyri Føroyar. Samrøðurnar liggja á alnetinum. Teitur hevur seinastu tíðina ferðast kring USA við sínum tónleiki, í gjárkvøldið spældi hann á The Mohawk í Austin, Texas, Í morgin stendur 18th Floor á skránni, hetta er somuleiðis í Austin, Texas, síðan gongur leiðin til Avstralia, har Teitur mánadagin fer á pall hasumegin jørðina á fyrsta sinni. Á ferðini í USA hevur Teitur eisini verið nakað í miðlunum. M.a. hevur hann gjørt tvær samrøður, ið liggja atkomiligar á alnetinum. Talan er um samrøðuna við TheWorld.org og samrøðuna við CNN. Í báðum samrøðum tosar Teitur umframt um tónleikin, eisini um Føroyar.
The World er ein felags verkætlan hjá BBC BBC World Service, PRI og WGBH Boston. Samrøðan við Teit er ein útvarpssamrøða, ið eisini kann lesast í tekstformi í táttinum The Global Hit. Her tosar Teitur m.a. um uppvøksturin í Føroyum, um sangsiðin og um synd.
CNN er heimsumfatandi tíðindarisi. Í einum nærum 9 minuttir longum innslagi undir táttinum New Music verða brot úr sjónbandalagnum Louis Louis spæld, Teitur spælur eitt lag í sjónvarpsstovuni og hann og vertinnan Shanon Cooks, tosa um tónleikin, um fyrru fløguna, um íblásturin, um hvussu amerikumenn eru at spæla fyri og um hetta at vaksa upp í einum fjarskotnum og lítlum samfelagi. Eisini fregnast Cooks um, hvørja støðu Teitur hevur ímillum føroyingar.
Við at fara inn á cnn.com ella TheWorld.org og leita eftir orðinum Teitur, ber til at síggja og hoyra samrøðurnar í fullum líki.