Teitur Lassen er millum stórar heimsstjørnur, ið eru við á net-útgávu, har sungið verður fyri Tibet. Sting og Alanis Morissette og mong onnur eru við
At stuðla Tibet er ein søk, sum alt fleiri taka undir við, og nú innan olymisku leikirnar er etta eisini sera aktuelt.
Og nú er á tónleikasíðuni itunes komin ein útgáva, ið nevnist Songs for Tibet.
Har hava stórar heimsstjørnur givið sítt íkast, og eisini føroyski sangarin og sangskrivarin Teitur Lassen er við, saman við Tarira.
Teitur tekur lut á Songs for Tibet við lagnum All My Mistakes.
Umframt Teit, sum her er millum góð og kend fólk, eru nøkur av luttakandi nøvnunum Sting, Rush, John Mayer, Alanis Morissette, Joan Armatrading, Jackson Brown, Ben Harper og onnur. Løgini á Songs for Tibet fáast á itunes.com