Tíðindi
Tveir av fremstu føroysku tónleikarunum stíla fyri stóru sangløtuni á G! Festivalinum í kvøld. Eivør Pálsdóttir og Teitur Lassen, sum bæði framførdu á G! í gjárkvøldið, skipa fyri sangløtuni, sum verður á Sandinum í kvøld kl. 21.55. Saman við teimum er bólkurin Konfekt á pallinum, og eisini koma kendir sangarar á pallin at syngja saman við teimum. Fólk á festivali eru sjálvandi eisini væl komin at syngja við til kendu sangirnar.