Góða gongdin hjá KÍF í FTZ-deildini steðgaði í dag aftaná fleiri sigrar á rað.
Kollfirðingar taptu greitt 16-24 (9-14) ímóti Neistanum í høllini á Hálsi í Havn.
Royndi spælarin hjá KÍF, Teitur Joensen er sera sjálvatfinningarsamur um manglandi avrikið hjá KÍF. Teitur Joensen staðfestir, at Neistin var betri enn KÌF á øllum økjum við betri verjuspæli, betri álopsspælið, og betri returrenningum. Tað var bara málverjin hjá KÍF, Emil Dam ið tað glógvaði í hjá KÍF, og tá venur Emil Dam ikki eingong.
Teitur Joensen ásannar, at tað er ikki tað nógva at stríðast fyri í FTZ-deildini, tí tað eru heili 12 stig upp til annað FM-finaluplássið. Hann slær fast, at nú má KÍF spenna seg út í steypakappingini, sum byrjar í januar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Teit Joensen aftaná 16-24 tapið hjá KÍF ímóti Neistanum.
Støðan:










