Teitur leitaði aftur á slóðina

Teitur Lassen, sum vann Prix Føroyar kappingina fyri seks árum síðani, var serligur gestur til finaluna hesaferð

Teitur Lassen skal í næstum geva fløgu út í USA, og áðrenn alt tað stóra showið fer av bakkastokki, leitaði hann aftur á slóðina í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Fyri seks árum síðani vann hann Prixið sum høvuðsmaður í bólkinum Mark No Limits, men hesaferð var hann einsamallur á pallinum.
Hann sang tríggjar sangir, meðan bíðað varð eftir úrslitinum í kappingini.
Hann sang millum annað sangin Amanda´s Dream, sum er at finna á nýggju útgávu hansara. Hann sang eisini av føroysku sangunum av útgávuni Sólin og Regnið, sum kom út í fjør.

Útgávan í nánd
Um ein mánað fer Teitur undir at spæla konsertir í sambandi við fyrstu útgávu sína hjá Universal plátufelagnum í USA, og í juni skal hann rættiliga royna at gera vart við seg og sín tónleik.
Mánakvøldið var tað gjørligt at hoyra Teit Lassen spæla á eini lítlari, loyniligari konsert í Christianshavn í Keypmannahavn.
? Jeg spiller en lille hemmelig koncert på et hyggeligt sted i Christianshavn, skrivaði Teitur í teldubrævi, sum var sent í umfar undan vikuskiftinum.
Einki varð gjørt fyri at lýsa konsertina, men tey, sum frættu um hana, kundu leita sær til Sofiekælderen, Overgaden oven vandet 32 mánakvøldið kl. 22.00.