Teitur læt sangin tala

Í fjør var hann bjargingarmaður á G! festivalinum, tá útlendsku nøvnini ikki fingu lent. Í ár hevur hann fingið heiðurspláss sum eitt av høvuðsnøvnunum í kvøld.

Tað var lagt upp til eina konsert, har øll vóru savnað. Neyvan eru mong føroysk nøvn, sum tiltrekkja meira enn fyrrverandi Mark no Limits forsangarin, Teitur.

 

Eitt sindur yvirraskandi fyri undirritaða var sandurin ikki nógv meira enn hálvfullur. Møguliga spælir tað inn, at enn er ljóst, og at føroyingar ikki dáma so væl at fara út, fyrr enn sólin er farin niður.

 

Óansæð hvat, so hevði Teitur gjørt nógv burtur úr síni konsert á sandinum í kvøld. At hjálpa sær at spæla og syngja hevði Teitur fingið lokala gøtumannin, Benjamin, ið man teljast millum evnaríkastu tónleikararnar í Føroyum, sum enn ikki hava rundað tey 30. Í fjør vann hann enntá eina heiðursløn á G! sum besti føroyski bólkur/sangari.

Umframt Benjamin hevði Teitur fleiri strúkarar úr Symfoniorkestrinum at spæla undir. Í mun til í fjør tá Teitur stóð einsamallur á palli við sínum guitara, so ljóðaðu sangirnir í kvøld meira ella minni sum á fløgununum við øllum teimum eyðkendu strúkiljóðunum.

Teitur læt sangin tala. Ikki segði hann nógv millum sangirnar, men tað bilti nú heldur ikki so nógv, tá fólkini meira vóru komin fyri at njóta allar teir góðu og vælkendu sangirnar hjá Teiti.