Hann var ein av teimum nógvu fólkunum úr tónleikaídnaðinum, ið var komin til Funky Faroe Islands móta og tónleikatiltakið, og Ridings legði ikki skjól á, at honum dámdi væl framførsluna hjá Teiti.
- Eg havi ongantíð hoyrt ella hoyrt um Teitur áður, men eg haldi heilt víst, at eitt sjónbandalag við honum hevði verið áhugavert, segði David Ridings við Sosialin, tá vit fingu orð á hann eftir konsertina. Teitur gjørdi fyri stuttum sjónbandalagið Louis Louis, og hetta sjónbandalag kundið verið millum tey, ið Ridingsog starvsfelagarnir vildu umhugsa at sent á MTV2.
- Vit halda ein fund hvønn mikudag, har vit fara ígjøgnum øll tey løgini, ið vera send inn, og avgera hvørji vit spæla og hvørji ikki verða spæld, greiðir Ridings frá.